Dugnaligur og nýskapandi farmaseutur til at arbeiða við kliniskari farmasi

Apoteksverkið


Vit sóknast eftir einum dugnaligum og nýskapandi farmaseuti til at arbeiða við kliniskari farmasi á sjúkrahúsinum og á Tjaldurs Apoteki
Klinisk farmasi er í støðugari menning, og vit hava tørv á nýggjum kreftum til at lyfta kliniskar farmaseutiskar uppgávur í  apoteks- og heilsuverkinum.

Uppgávurnar eru :
– Klinisk farmaci í sjúkrahúsverkinum í  ½ tíð
– Heilivágstænastu og skynsom farmakoterapi
– Ráðgeving á deildunum á Landssjúkrahúsinum um heilivág
– Loysa logistiskar uppgávur
– Viðlíkahald av heilivágsskipan
– Undirvísing av heilsustarvsfólkum.
– Ad hoc uppgávur og verkætlanir innan kliniska farmasi
– Menning av kliniskum farmaseutiskum tænastum millum Apoteksverkið og Sjúkrahúsverkið

Apoteksarbeiði í resepturi og skranka á Tjaldurs Apotek í ½ tíð
– Faklig ráðgeving og avgreiðsla av viðskiftafólkum.
– Forskriftaavgreiðslu og kunning til apoteksstarvsfólk og heilsustarvsfólk.
– Ad hoc uppgávur á apotekinum.

Krøv til umsøkjarin :
– Hevur stóran áhuga og royndir innan kliniska farmasi
– Hevur royndir innan apoteksarbeiðið
– Hevur royndir innan skynsama farmakoterapi
– Hevur royndir innan kliniska farmasi á sjúkrahúsi og hevur royndir í samskifti við sjúklingar
– Er tilvitað/ur um góðsku og góðskuskipanir og hevur áhuga í at betra um góðskuna av heilivágsuppgávunum í primera og sekundera geiranum
– Kunda og tænastusinnað/ur og hevur evni til at skapa góð sambond uppá tvørs av siðbundnum  og fakligum mørkum
– Hevur royndir í  samstarvi við  onnur heilsustarvsfólk
– Hevur áhuga í og vitan um heilsuverkið sum heild
– Kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
– Er framlig/ur og opin
– Er undangongufólk og trívist við at hava nógvar ymiskar avbjóðingar
– Tolir broytingar í innihaldi og vavi av arbeiðsuppgávunum
– Góð samskiftisevni í skrift og talu
– Hevur staðið danskt farmaseutiskt kandidatprógv ella líkt prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond

Vit bjóða:
– Fast starv
– Eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðið við fjølbroyttum uppgávum.
– Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú venda tær til landsapotekaran á tlf. 355200 ella Petur Oluf Joensen, apotekara : E-mail : petur.oluf.joensen(at)apotek.fo ella tlf. 341100

Umsókn við prógvum, c.v og øðrum viðkomandi skjølum skal stílast til:

Landsapotekarin
Staravegur 15
Fo-100 Tórshavn

og sendast við telduposti til : landsaporekarin(at)apotek.fo

Umsóknin skal verða landsapotekaranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 31. desember 2018  kl. 12.00



Les meira