Dekkari til Smyril
Strandfaraskip Landsins
Farloyvisstarv sum dekkari umborð á Smyrli
Strandfaraskip Landsins søkir eftir einum dekkara til farloyvisstarv til Smyril at byrja í fulltíðar starvi frá 25. januar 2024 og fram til 1. desember 2024.
Dagliga farleiðin hjá Smyril er Tvøroyri – Tórshavn. Arbeiðstíðin er ein vika umborð og ein vika frí.
Tú kemur at starvast umborð á Smyrli, men kann verða flutt/ur umborð á onnur skip hjá SSL, sum fyriskipað av leiðsluni.
Høvuðsuppgávurnar hjá dekkaranum snúgva seg um at vera við til at syrgja fyri trygdini umborð, um reinførið á dekkinum og á brúnni, og um planlagt og fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.
Ein onnur høvuðsuppgáva er á- og avskipan av farmi og akførum. Hetta er koyring við trukki, sleipara, bilum, trailarum og lastbilum.
Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við tínir starvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
Førleikakrøv
Fulltikin dekkari STCW reg. II/5
Heilsuváttan (bláabók)
Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
Eldsløkking umborð skipi STCW A-VI/1-2
Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1
Lønar- og setanarviðurskifti
Dekkarastarvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, og er lønt eftir 6. lønarflokki + 1 stig.
Umsóknarfreist er 1. januar 2024 á miðnátt.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ólavur Bech, manningarsamskipara, á tlf: +298 293016 ella til skiparan á Smyrli, á teldupost: smyril.skipari@ssl.fo
Um Strandfaraskip Landsins
Strandferðslan er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, eisini nevnd SSL, er ásett við lóg, og tað er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í vikuni, frá morgni til myrkurs, tvs eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
SSL umsitur íalt 32 farleiðir, harav níggju oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar farleiðir eru níggju ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2022 var útivið 1,2 milliónir, Av hesum brúktu útivið 700 túsund ferðafólk ferjurnar og 500 túsund ferðafólk bussarnar. Flutt blivu 185 túsund akfør. Starvsfólkahópurin hjá SSL er umleið 200 fólk. Fyrisitingin er skipað í fimm deildir: Fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.