CAMO TEKNIKARI TIL ATLANTIC AIRWAYS

Atlantic Airways


Dámar tær at fáast við framkomna tøkni, og kundi tú hugsað tær at verið partur av toyminum, sum tryggjar, at okkara flogfør og tyrlur altíð eru til reiðar at fara á flog? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Vit leita eftir einum eldhugaðum og royndum teknikara til okkara toymi, sum hevur hug og vilja til at royna seg í einum avbjóðandi og spennandi starvi í dynamiskari fyritøku.

Saman við restini av toyminum verður tað tín uppgáva á ein professionellan hátt at halda høgu krøvini, tænastuna og væntanirnar, sum verða sett Atlantic Airways.

Tín fremsta uppgáva verður at viðlíkahalda okkara AW139 tyrlur og Airbus 320 flogfør.

Kjarnuuppgávur

– Viðlíkahald av AW139/Airbus 320 í samstarv við PART-145
– Tryggja samsvar við øll kunngerðarkrøv og standardir
– Menna og viðlíkahalda tøkniliga skráseting fyri flotan (Mel/AD/SB’s)
– Arbeiða tætt saman við øðrum deildum fyri at tryggja, at arbeiðið, sum tyrlurnar og flogførini skulu gera, gongur smidliga
– At luttaka í menningini av viðlíkahaldsætlanum og mannagongdum
– Aðrar fyrifallandi uppgávur

Tínir førleikar

– AML prógv í ‘aerospace engineering’ ella líknandi øki
– Royndir í flogtøkniligum arbeiði við AW139 tyrlum og Airbus 320 flogførum eru ein fyrimunur
– Kunnleika til kunngerðarkrøv og standardir
– Tú dugir at arbeiða skipað og miðvíst, umframt at duga at síggja smálutir í heildini
– Evni at arbeiða sjálvstøðugt og sum partur av einum toymi
– Tú ert ábyrgdarfull/ur, hevur góðskutilvit og ert forvirkin (proaktiv/ur)
– Grundleggjandi telduførleikar
– Megnar at halda strangar freistir
– Aftrat hesum er tað eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrensli (cv).

Arbeiðsstaður og løn

Starvsstaðurin er í Hangarinum á flogvøllinum. Talan er um fulltíðarstarv. Løn sambært avtalu.

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (cv), møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi tilfari, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. januar 2024. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú hug at søkja starvið, trýst HER

Vilt tú vita meira?

Vinaliga set teg í samband við William Smith, tekniskan leiðara, tel. 226 172, t-post: william@atlantic.fo ella Elina Sigvardsen, HR leiðara, tel. 213 702, t-post: elin@atlantic.fo.



Les meira