Byggitøkningur til Byggimálsdeildina

Tórshavnar kommuna


Søkt verður eftir starvsfólki til Byggimálsdeildina, at byrja 1. januar 2022, ella eftir nærri avtalu.
Tínar høvuðsuppgávur verða at arbeiða við byggimálum, serliga at kanna innkomin mál og gera hesi klár til byggimálsviðgerð.

Tú kemur at hava nógv samskifti við hini í fyrisitingini og við borgarar sum venda sær til kommununa.

Talan er um eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at fáa ávirkan og at menna teg. Tú kemur at arbeiða saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum í okkara umsiting.

Byggimálsdeildin er partur av teknisku fyrisitingini, har starvast 11 fólk og deildin heldur til í Steinatúni í Havn. Deildin avgreiðir umsóknir um byggiloyvir og útstykkingarloyvir og hevur eftirlit við bygging. Harumframt arbeiðir deildin við kommunalum matrikkulmálum.

Førleikakrøv
Umsøkjarin skal vera byggitøkningur, ella hava aðra líknandi útbúgving og tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan økið og royndir við at arbeiða við journalskipan.

Harumframt skalt tú
duga væl at skriva- og at orða teg á føroyskum
hava kunnleika til word, excel, tekniprogramm og kortskipan

Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at tú ert fyrikomandi, dugir væl at leggja arbeiðið til rættis og kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum. Harumframt skalt tú hava lætt við at samskifta við onnur.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett eftir nærri avtalu við løn og setanartreytum sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, ella øðrum viðkomandi sáttmála.

Um tú ynskir at vita meira
Meira fæst at vita um starvið við at venda tær til Marius Müller, leiðara á Byggimálsdeildini, telefon 21 53 09 ella marius@torshavn.fo

Umsókn
Umsókn, saman við prógvum, C.V. og møguligum ummælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 29. desember 2021.

Umsóknin skal merkjast »Starv á byggimálsdeildini« og sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo



Les meira