Byggismiður
J & K Petersen Contractors
Byggideildin hjá J&K Petersen søkir eftir Biggismiðum. Í samband við vaksandi byggivirksemið í felagnum verður økt um okkara starvsfólkahóp við handverkfakligum útbúgvingum. Vit søkja tí eftir timburmonnum í Eystur- og Streymoyar økinum.
Í Suðurstreymoy stendur nýgerðin av FSF bygninginum, samstundis sum J&K er hevur nógv stoypiarbeiðir at gera.. Eisin verður arbeitt við byggiverkætlanum í Eysturoynni.
Sostætt hevur felagið nógv arbeiði fyri framman.
Um tú ynskir at gerast partur av einum breiðum starvsfólkahópi og ert áhugað/ur í dygdargóðum handverkið, átti tú at søkt starv hjá okkum.
Starvsfólkaprofilur:
hevur royndir sum handverkari og kann arbeiðs sjálvstøðugt.
leggur dent á dygd og trygd
góðan arbeiðsmoral
samstarvsáhugað/ur
Sum felag kann J&K bjóða góðar arbeiðsumstøður við skipaðum viðurskiftum. J&K hevur nógvar verkætlanir fyri framman og kann umsøkjarin tí vænta javnt og støðug arbeiði.
Løn sambært avtalu.
Ynskir tú at vita meira um arbeiðið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áka Troest, projektleiðara á tlf: 585089 ella við at venda tær til Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.
Søk starv sum byggismiður á hesari leinkjuni