Kundaráðgevi til Frímerkjadeildina

Posta


Dámar tær væl at samskifta við kundar kring allan heim?
Posta søkir eftir einum dugnaligum starvsfólki til kundatænastuna og søludeildina á Frímerkjadeildini.

Á Frímerkjadeildini verður samskift dagliga við kundar kring allan heim. Tí er umráðandi, at tú hevur lætt við at samskifta, hevur sølutev og dugir at síggja møguleikar fyri meirsølu. Sum partur av kundatænastuni avgreiðir tú eisini bíleggingar, fyrispurningar og aðrar fyrifallandi uppgávur.

Posta væntar, at tú
• ert tænastusinnað/ur
• ert væl fyri málsliga og kanst samskifta á føroyskum, donskum og enskum
• hevur góðan telduførleika
• ert ágrýtin
• avgreiðir uppgávur skjótt og væl
• ert væl skipað/ur
• ert fleksibul
• hevur sølutev

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú kanst samskifta á týskum ella á fronskum.

Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður sett sambært útbúgving og royndum eftir sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag um Posta.

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV o.ø skal sendast til Ingun N. Olsen, leiðara á Frímerkjadeildini á inol@posta.fo. Umsóknin skal vera
okkum í hendi í seinasta lagi tann 31. desember. Starvið verður sett skjótast til ber.

Um Posta
Posta røkkur í hvønn krók í landinum hvønn dag. Posta fevnir um eini 120 ársverk, 60 bilar og hevur eina árliga sølu á gott 114 mió. kr.

Harumframt hevur Posta tvær deildir í Danmark.



Les meira