Backend node.js mennari

TechCare


TechCare er ein framsøkin mennari av umsorganartøkni. Techcare miðar eftir at veita eldri- og óhjálpnum borgarum tryggleika, í egnum heimi. Vit hava tørv á fleiri starvsfólkum at bera okkara loysnir út í heim. Tú fært ein lyklaleiklut í menningini av okkara slóðbrótandi skipanum til eldrarøkt. Vit nýta tøkni sum Node.js, koa, sequelize og AWS

Um teg
● Tú hevur royndir innan koa ella líkandi framework.
● Tær dámar at arbeiða agilt í einum toymi av javnlíkum mennarum.
● Tú heldur at ting sum continuous deployment, unit testing, automated integration- og frontend test eru cool
● Tú trívist í einum skiftandi umhvørvi, har ið stutt er ímillum hugskot og avgerð
● Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan AWS og serliga AWS IoT, postgress, redis, sequelize

Títt nýggja toymi
Vit halda til í Hugskotinum, í Sjóvinnuhúsinum. Her arbeiða vit í opnum arbeiðshølum saman við ørðum íverksetum. Fakliga støði er høgt. Vit arbeiða miðvíst, men raðfesta ein stuttligan gerandisdag. Vit nýta GitHub til keldukotu- stýring og ummæli, Slack til innanhýsis samskifti, Jira til uppgávustýring og VSCode til forritan.

Vit bjóða
● Kappingarføra løn
● Stimbrandi arbeiðsumhvørvi
● Liðiligar arbeiðstíðir
● Tíðandi arbeiði, har tú hevur ávirkan

Umsókn
Umsókn saman við møguligum próvskjølum og CV skal sendast til starv@techcare.fo. Umsøknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknarfreist er 7. januar 2019. Samrøður verða hildnar leypandi og miðað verður eftir at seta starvið skjótast gjørligt. Spurningar kunnu vendast til Brian Bischoff á 522244 ella brian@techcare.fo.



Les meira