Arbeiðsfólk til Kirkjugarðin við Velbastaðvegin


Søkt verður eftir arbeiðsfólki til arbeiðstoymið, sum arbeiðir við Kirkjugarðin við Velbastaðvegin og í Hoyvík.

Í starvinum skal tú luttaka í øllum arbeiðinum sum toymið arbeiðir við, við tilvísing til formannin, sum stendur fyri dagligu leiðsluni. Til arbeiðið krevst ábyrgdarkensla og tignarligur atburður.

Arbeiðið umfatar m.a.:
grava gravir við maskinu
vegleiða avvarðandi við grøvina
rudding í garðinum
viðlíkahald av gøtum
reingerð av hølum og maskinum
annað fyrifallandi

Førleikakrøv
Tú skal fyrst og fremst hava góðan ans fyri tí serliga starvi, sum talan er um. Krav er at tú hevur vanligt B-koyrikort, og at tú hevur førleika til trygt at føra gravimaskinu.

Setanarviðurskifti
Starvið er fast, tímalønt fulltíðarstarv; lønt sambært sáttmálanum millum Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Arbeiðstíðin er frá klokkan 8 til 16 vanligar gerandisdagar. Roknast kann við úrtíðararbeiði. Ynskiligt er, at tú kanst byrja í nýggja starvinum sum skjótast.

Møtistaðið er í Kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Umsókn
Umsókn saman við møguligum upplýsingum um arbeiðs royndir og møgulig viðmæli verða at senda til torshavn@torshavn.fo Merkið umsóknina »Kirkjugarðar«.

Freistin at søkja starvið er 4. januar 2021 kl. 15.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Formannin, Hans Petur Joensen, gravari, á tlf. 210570.



Les meira