Altjóða lestrarstarv á Sjókovanum
Sjókovin
Sjókovin søkir eftir lesandi til at arbeiða á skrivstovu okkara umleið 10 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt.
Uppgávurnar verða m.a.:
• At hjálpa til við fyrifallandi granskingaruppgávum í sambandi við verkætlanir hjá Sjókovanum
• At menna heimasíðuna
• Skriva tíðindaskriv og annað tilfar til heimasíðu og miðlar
Vit vænta:
• At tú hevur áhuga fyri fiski- og alivinnu
• At tú ert undir ella hevur hægri viðkomandi útbúgving (t.d. búskaparfrøði, stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði, fiskivinnu, alivinnu, lívfrøði)
• At tú dugir væl at orða teg á føroyskum og enskum.
• At tú hevur góðar KT-førleikar
• At tú kanst byrja sum skjótast
Vit bjóða tær:
• Eitt spennandi og mennandi altjóða arbeiðspláss
• At fáa royndir í einum altjóða granskingarstovni við góðum samstarvi við vinnuligar fyritøkur
• At verða partur av einum toymi við sterkum granskingarførleikum
• Starvið er lønt eftir sáttmála við viðkomandi fakfelag
• Arbeiðstíð og tal av tímum er eftir avtalu.
Áhugaði kunnu venda sær til Unn Laksá, stjóra, á +298 558500 ella unn@sjokovin.fo
Skrivstovan hjá Sjókovanum er í Leirvík.
Um Sjókovan
Sjókovin er ein privatur, óheftur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur við endamálunum at:
• Stimbra burðardygga menning og nýskapan í føroysari fiski- og alivinnu við at veita vitanartænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða verkætlanum til tess at bera nýggja vitan til Føroya og føroyska vitan út í heim.
• Vera samskiftisdepil fyri sjófeingisfyritøkur og kunna almenningin um viðurskifti viðvíkjandi hesum.
Sjókovin varð stovnaður 30. Mars 2020 av 5 føroyskum fyritøkum: Varðanum, Framherja, Christian í Grótinum, Hiddenfjord and Syntesa.
Grunnurin hevur virksemi á 4 kjarnuøkjum
Gransking: Granska í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri føroyskar sjófeingisvinnur
Fígging: Stigtaka og samskipa umsóknir um fígging frá evropeiskum, norðurlendskum og føroyskum grunnum
Útbúgving og upplýsing: t.d. gera undirvísingartilfar til skúlar, hýsa starvsnæmingum
Samskiftisdepil: Sjókovin hevur tikið stig til Ocean Cluster Faroes: eitt netverk fyri fyritøkur og áhugabólkar í mun til burðardygga menning av føroyskari sjófeingisvinnu.
Meira um Sjókovan kann síggjast á sjokovin.fo