AFIS operatørar til Vága Floghavn

Vága Floghavn


Hevur tú hug at arbeiða í torninum á Vága Floghavn? Ert tú útbúgvin AFIS operatørur ella droymir tú um at gerast AFIS operatørur? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Vága Floghavn skal yvirtaka AFIS í Vágum tann 1. januar 2020. Tørvur er at økja um starvsfólkahópin, og er ætlanin at seta 2 fólk sum skjótast.

Høvuðsuppgávan hjá AFIS tænastuni er at tryggja flogferðslutænastu og veita tekniska hjálp sambært galdandi reglum og samstarvsavtalum.

Arbeiðsuppgávur
Ein AFIS operatørur veitir flogvallarkunningartænastu, ávaringartænastu og veðurupplýsingar.

Førleikar:
–        Tað er fyrimunur, um tú hevur góðkent FIS certifikat og/ ella góðkent veðureygleiðaraútbúgving (vejrobservatationsuddannelse)
–        Hevur kunnleika til KT á brúkarastøði
–        Tú kanst samkifta á føroyskum, donskum og enskum bæði í skrift og talu

Vit kunnu bjóða tær
Umsøkjari uttan útbúgvning skal gjøgnumføra viðkomandi útbúgving. Útreiðslurnar í sambandi við útbúgvingina rindar Vága Floghavn, og byrjar útbúgvingin eftir ætlan í februar 2019. Arbeitt verður í toymi, so tú fert at arbeiða saman við øðrum starvsfeløgum. Uppgávurnar verða fjølbroyttar og snúgva seg um ymiskt innan flogferðslu. Umframt tær kravdu AFIS tænasturnar fert tú eisini at arbeiða við ymiskum altjóða tænastum innan SAR, offshore og briefing.

Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í miðal 37 tímar um vikuna. Arbeitt verður í vaktum, sum eisini fevna um tillkallivaktir. Arbeiðstíðirnar eru lagaðar til flogferðsluna. Setanin er harumframt treytað av, at tú verður trygdargóðkend/ur og lýkur heilsukrøvini jf. JAR-FCL Class 2.

Løn sambært avvarðandi sáttmála.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, set teg í samband við Gudny Langgaard, stjóra á Vága Floghavn, tel. 784400 ella gula@fae.fo

Umsóknin skal sendast til:
Vága Floghavn P/F
Flogvøllurin
380 Sørvágur

Viðmerk: AFIS Operatørar,
ella sum teldupost til umsokn@fae.fo

Freistin at søkja starvið er 13. januar 2019.

Vága Floghavn er loftvegis portrið í Føroyum fyri ferðandi til og frá útheiminum. Vága Floghavn varð yvirtikin av Føroya Landsstýri frá danska statinum í 2007, og verður rikin sum sjálvstøðugt partafelag, sum Føroya Landsstýri eigur. Vága Floghavn er í eini menningartilgongd og hevur havt stóran vøkstur í ferðafólkatali seinastu árini, eftir at lendingarbreytin varð longd, og nýggj Farstøð varð bygd. Hjá Vága Floghavn starvast 40 fólk, meðan tað hjá øllum virkjum, sum halda til á flogvøllinum, starvast út ímóti 200 fólk.



Les meira