Tórshavnar kommuna


Kundi tú hugsað tær at komi í starvsvenjing á starvsfólkadeildini hjá Tórshavnar Kommunu?

Í starvsvejingini skalt tú arbeiða við einum uppskoti til ein yvirskipaðan leist fyri on-boarding.

On-boarding merkir:

• ein skipað tilgongd, har nýggj starvsfólk fáa eina góða byrjan
• at nýggj starvsfólk verða væl ílatin til at loysa ta uppgávu, tey eru sett til
• at nýggj starvsfólk skjótt føla seg heima á arbeiðsplássinum og kenna mentanina
• at samsvar er millum væntanir hjá arbeiðsplássi og starvsfólki

Vit kundu hugsað okkum tríggjar praktikantar, sum í felag skulu arbeiða við hesi verkætlan. Starvsvenjingin skal helst verða 2-6 mðr.. Vit ímynda okkum, at starvsvenjingin byrjar á várið 2020, men tín umsókn er eisini vælkomin, um tú ikki kanst byrja fyrr enn aftaná summarferiuna 2020. Hettar tí on-boarding er ein stór verkætlan, sum kann strekkja seg yvir longri tíð.

Tað er ein treyt, at tú ert undir hægri lesnaði, og at tú dugir væl at samskifta á føroyskum. Vit vænta, at tú fert at trívast í samstarvinum við onnur. Vit leggja okkum ikki eftir hvørja útbúgving, tú tekur, men tú skalt hava áhuga fyri at arbeiða við organisasjón og starvsfólkatrivnaði og skalt eisini halda, at miðling er spennandi.

Hevur hetta tín áhuga? So send okkum ein teldupost umvegis torshavn@torshavn.fo, har tú stutt greiðir frá, hví tú skalt í starvsvenjing hjá okkum, hvørja útbúgving tú tekur, og nær tú kanst koma í starvsvenjing. Frámerk teldupostin “on-boarding”.

Praktikkin er ólønt.

Tórshavnar Kommuna er eitt fjølbroytt arbeiðspláss. Her eru nógvar ymiskar fakligheitir undir sama taki. Hettar ger Tórshavnar Kommunu til eitt spennandi arbeiðspláss. Starvsfólkadeildin veitir tænastur til allar deildir í Tórshavnar Kommunu. Deildin er samansett av einum serfrøðingartoymi og einum lønartoymi. Serfrøðingartoymi er mannað við ymiskum serkunnleikum, sum arbeiða við starvsfólkamálum, sáttmálasamráðingum, talgilding og menning av lønarskipanum, leiðslukunning, leiðslumenning, organisasjónsmenning osv. Starvsfólkini í lønartoyminum hava serkunnleika innan løn, lønarsáttmálar og lønarkoyringar. Tey veita ráð og vegleiðing um løn til allar deildir hjá Tórshavnar Kommunu. Eftir ætlan skulu praktikantarnir arbeiða saman í einum toymi, sum verður knýtt at serfrøðingatoyminum.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jónhild Abrahamsen, á telefon nr. 252542.

Leikja til lýsing



Les meira