2 Farmakonomar til Tjaldurs Apotek

Apoteksverkið


Kundi tú hugsað tær at verið partur av toyminum á Tjaldurs Apoteki? So eru 2 avloysarastørv at søkja frá 1.mars 2020 og eitt ár fram. Arbeiðstíðin fyri bæði størvini er 40 tímar um vikuna.

Í Nærdeildini fær tú sum høvuðsøki at starvast við resept- og kundaavgreiðslu.

Tú kemur at arbeiða í einum fjølbroyttum umhvørvi, har kundatænastu, góðska og samstarv hava hægstu raðfesting. Vit menna okkum støðugt innan yrkisføri við m.a. at bjóða út nýggjar heilsutænastur og við at menna og fyriskipa ymisk spennandi kundaátøk.

Umframt at vera farmakonomur, ynskja vit, at tú :
·        Samstarvar væl í toyminum og verður ein góður starvsfelagi
·        Trívist í nýggjum avbjóðingum
·        Er tænastusinnað/ur og dámar kundarøkt

Um Tjaldurs Apotek:
·        Vit eru á leið 65 starvsfólk
·        Er ISO 9001 góðkent
·        Vit brúka telduskipanina AX 2012
·        Samstarva við A-apoteket
·        Hava apoteksútsøluna í Steinatúni

Umsókn saman við prógvi og cv skal sendast til Kristinu Ejdesgaard,deildarleiðara í seinasta lagi sunnudagin 26.jan.2020

Um tú hevur spurningar, er tú vælkomin at skriva ella at ringja á tlf. 341100 lok.160



Les meira