Byrjar: kl. 13.00
Endar: kl. 13.45
Hvussu sær føroyski arbeiðsmarknaðurin út í framtíðini, og hvør skal arbeiða? Kom og hoyr Hagstovuna, Landsbankan og Gjaldstovuna geva sítt boð upp á framtíðar arbeiðsmarknaðin. Vit kava niður í tølini um flyting, kyn og útlendska arbeiðsmegi, og vísa á, hvørjir spennandi møguleikar og avbjóðingar eru hjá tí almenna.
Ein framløga til tín, sum vil vita, hvar føroyska samfelagið er á veg.