Lestrarstørv hjá Betri Trygging

Byrjar: kl. 15.20

Endar: kl. 15.35


Ert tú lesandi og komin nakað áleiðis við útbúgvingini? Droymir tú um eitt fakliga viðkomandi lestrarstarv? So ert tú heppin, tí Betri Trygging leitar nú eftir trimum starvslesandi til ávikavist Marknaðadeildina, KT og Talgilding – og Hagtøl og greining á Fíggjardeildini. Kom til Jobmatch kl. 15.20 og hoyr Marjun, Hannu og Kristjan greiða frá, hvussu eitt lestrarstarv hjá okkum kann síggja út.