Íverksetarahúsið hevur síðani tað varð sett á stovn í 2007 havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum, og soleiðis styðja upp undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum.
English below
Høvuðsvirksemið í Íverksetarahúsinum er at veita almenna og ókeypis ráðgevingin til allar føroyingar, ið hava hug og hugskot til íverksetan. Harumframt verður regluliga skipað fyri tiltøkum, skeiðum og øðrum útbúgvingarligum virksemi.
Ætlar tú at byrja egna fyritøku, hevur tú eisini møguleika at fáa innivist í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi saman við øðrum íverksetarum og lesandi, sum eisini húsast í Íverksetarahúsinum.
Hevur tú spurningar, brúk fyri sparring ella tørv á vegleiðing, set teg í samband við Íverksetarahúsið á iverksetan@iverksetan.fo ella á tlf 239500. Vit hjálpa fegin.
Les meira á www.iverksetan.fo
Íverksetarahúsið
Since its establishment in 2007, Íverksetarahúsið has focused on encouraging and supporting entrepreneurs and fostering an entrepreneurial culture throughout the Faroe Islands, thereby contributing to the development of a diverse Faroese business sector.
Íverksetarahúsið’s main activity is to provide free, general business advice to anyone in the Faroe Islands with an interest in entrepreneurship and an idea they would like to develop. It also regularly organises events, courses and other educational activities.
If you are planning to start your own business, you can also rent workspace in an inspiring and innovative environment alongside other entrepreneurs and students based at Íverksetarahúsið.
If you have any questions, would like to discuss your ideas or need guidance, please contact Íverksetarahúsið at iverksetan@iverksetan.fo or call +298 239500. We are happy to help.
Bílegg jobprát