Endamál

Endamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyskar fyritøkur og stovnar, útisetar, lesandi føroyingar og nýútbúgvin. Í fjør bleiv málbólkurin víðkaður til eisini at fevna um fólk við royndum á arbeiðsmarknaðinum. Tað vil siga fólk, sum eru í starvi, men eru áhugað at kunna seg um nýggjar starvsmøguleikar. Hetta verður gjørt fyri at tryggja framhaldandi vøkstur og menning av tí føroyska samfelagnum.

Ætlanin er, at hetta millum annað skal gerast við at ‘matcha’ tann tørv, ið fyritøkurnar og stovnar hava, við tann førleika okkara vitunartilfeingi hevur. Hugskotið er tískil at skipa fyri eini starvstevnu, har ið føroyskar fyritøkur og stovnar hava møguleika at marknaðarføra seg yvirfyri hesum.

Somuleiðis er endamálið at skapa áhuga millum útisetar fyri at søkja størv, praktikpláss ella uppgávuevnir til prosjektskriving hjá hesum fyritøkum og stovnum.