13. desember 2017

Røkti netverkið við regluligum vitjanum á Jobmatch

Lisbeth L. Joensen fekk starv á Bakkafrost við regluligum sambandi á Jobmatch, hóast fyritøkan ikki hevði nakað starv tøkt á hennara fakumráði, tá hon tosaði við tey fyrstu ferð.

Lisbeth hevur eina útbúgving sum fiskaheilsulívfrøðingur og las í Norra.

“Fyri meg var Bakkafrost mest upplagt. Eg var lesandi á lívfrøðisumráðnum og hugsaði fyrst og fremst um alivinnuna sum ein framtíðar starvsmøguleika. Hjá mær var Jobmatch tí eitt sera gott høvi til at gera vart við meg sjálva og mína bakgrund, samstundis sum eg fekk møguleika fyri at læra fyritøkuna betri at kenna eins og persónar, ið starvast á mínum fakøki.”

“Eg hevði ikki so nógva vitan um alivinnuna og tí nýtti eg Jobmatch sum ein góðan møguleika at tosa óformelt m.a. við persónar á sama fakøki. Tað haldi eg, at JobPrátini eru sera góð til, og soleiðis fekk eg gott samband við fyritøkuna, sum eg m.a. røkti við regluligum vitjanum á Jobmatch.”

Tá Lisbeth var liðug at lesa fekk hon beinanvegin bjóðað starv hjá Bakkafrost.

Lisbeth nevnir eisini, at Bakkafrost hevur lesandi í starvsvenjing og lesandi, ið gera uppgávur í tættum samstarvi við fyritøkuna. Uppgávuorðingarnar verða gjørdar saman við tí lesandi, og soleiðis fáa bæði tann lesandi og fyritøkan sum mest burturúr.

Lisbeth hevur verið partur av Bakkafrost toyminum á Jobmatch á hvørjum ári, síðani hon var liðugt útbúgvin. Á Bakkafrost leggja tey dent á, at øll fakøkir í fyritøkuni eru umboðaði í toyminum á Jobmatch, soleiðis at Jobmatch vitjandi kunnu tosa við fólk á teirra fakøki.

Lisbeth er aftur í ár saman við øðrum starvsfeløgum partur av Bakkafrost toyminum á Jobmatch.